Snorri Brend -
snorri@sosialurin.fo snorri snabela sosialurin.fo
Prestur
Gud fer ongatíð frá okkum
Við gudstænastuna í Dómkirkjuni sunnudagin verður 31 ára gamla Ann D. Hansen prestvígd. - Hjá Gudi hava vit øll eitt óendaligt virði. Vit kunnu altíð líta á, at hann tekur sær av okkum í øllum lívsins viðurskiftum, sigur Ann. Heilt frá tí hon var smágenta hevur hon ætlað sær at gerast prestur. Nú gerst dreymurin umsíðir veruleiki!
- Mær hevur altíð dámt sera væl frásøgnina um fótafetini í sandinum. Hetta er ein sera góð mynd av, at Gud vil altíð vera hjá okkum, sigur Ann D. Hansen, sum verður innsett sum prestur sunnudagin
Foto: Jens Kristian Vang
Dómkirkjan: - Álit á Gud, - tað er í øllum førum tað, sum altíð fer at liggja undir mínum prædikum, sigur Ann. Sunnudagin verður hon prestvígd í Dómkirkjuni, og fer tá at virka sum ein av prestunum við tær fýra kirkjurnar í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi – Dómkirkjuna og kirkjurnar í Hoyvík, Nólsoy og í Kaldbak. Ann byrjar í starvinum 1. apríl og verður í tí til hálvan august. Hetta er starvið hjá Marjun Lómaklett, sum er í longdum barnsburðarfarloyvi. Høvuðsarbeiðið hjá nýggja prestinum verður sjálvandi við tær kirkjuligu tænasturnar, herundir prædikurnar. Og boðskapin í teimum er hon ikki eina løtu í iva um: - Vit kunnu altíð líta á, at hann tekur sær av okkum óansæð hvørji vit eru og í hvørjari støðu, vit eru í. Tað hevur sjálvur sagt, og tí er tað soleiðis, sigur 31 ára gamla Ann, og vísir til frásøgnina um fótasporini í sandinum, sum greitt verður frá aðrastaðni á síðuni. Hon hevur lisið gudfrøði sum sjálvlesandi við Århus Universitet, er gift og er búsitandi á Tinghúsvegnum í Havn saman við manni og trimum døtrum. Prædikaði fyri dukkunum Nú Ann verður prestvígd sunnudagin, eru gudstænastan, kirkjan og andaliga lívið als ikki ókent fyri tann 31 ára gamla prestin. - Eg havi faktiskt altíð gingið í kirkju – og tað hevur mær dámt sera væl, greiðir Ann frá. At hon skuldi gerast prestur ein dag, hevur hon droymt um, so langt hon kann minnast aftur í tíðina. Hon hevur í roynd og veru altíð vitað tað, og hevur somuleiðis í verki - og spæli! - víst, at hetta varð leiðin hon ætlaði at fylgja seinni í lívinum. - Ja, eg minnist at eg plagdi onkutíð at seta stólar upp heima við hús og spældi at teir vóru kirkjubeinkirnir. So prædikaði eg fyri dukkunum og ímyndaði mær soleiðis, at tær vóru kirkjufólkið. - Eg haldi, at tær lurtaðu væl eftir, sigur Ann við einum brosi. Dámar at prædika Tá hon sum tannáringur fór í 8. flokk í Kommunuskúlanum, var tað somuleiðis hetta starvið, sum lá henni fremst í huganum – og áhugin fyri starvinum gjørdist ikki minni, tá hon síðani fór undir miðnámslesturin sum studentur í Hoydølum. Tá hon gekk í framhaldsdeildini tók hon enn eina avgerð á leiðini fram ímóti starvinum, sum hon verður vígd til sunnudagin: Hon avgjørdi at fara í starvsvenjing hjá Kjartani Mørkøre sum tá var prestur í Vesturkirkjuni. Hetta var ein sera áhugaverd venjing fyri ta ungu Ann, tí hon samstundis kom at arbeiða saman við táverandi biskupi, Hans J. Joensen og táverandi dómprósti, Petur Martin Rasmussen. - Teir høvdu helst ikki roynt áður at hava ein næming í starvsvenjing – og serliga ikki eina unga kvinnu. Men teir tóku sera væl ímóti mær, minnist Ann afturá. Tá hon fór í studentaskúla, slepti hon ikki endanum, men helt fram á somu leið, og hevði av og á andaktina, sum varð fyriskipað á skúlanum eina ferð um vikuna. - Eg veit ikki rættiliga hví, men mær hevur altíð dámt væl at prædika og at boða Guds orð, sjálvt um tað ikki beinleiðis liggur til mín, sigur hon, og avdúkar í hesum viðfangi, at hon er eitt sindur smæðin av lyndi. Eitt lív í yvirflóð Hóast Ann fyrst verður prestvígd sunnudagin, hevur hon longu roynt seg sum talara fleiri ferðir. Hon hevði millum annað eina prædiku í Vesturkirkjuni í heyst, tá hon aftur var í starvsvenjing her – hesaferð í sambandi við pastoralseminari’ið. Hesa prædikuna dámdi fólki so mikið væl, at Sosialurin varð biðin um at prenta hesa í blaðnum. Tey, ið hava hoyrt hana prædika og tey sum koma at gera tað í framtíðini, verða ikki í iva um, hvørja hugsan hon hevur um Bíbliuna sum Guds orð. Tá hon byrjaði lesturin í 1991 varð hon beinanvegin konfronterað við, hvat ymiskir persónar hildu og mettu um Bíbliuna. Atfinningar og spurningar í hesum sambandi, kunnu kanska tykjast ógvuslig fyri ein nýggjan lesandi, tí her kemur ymiskt fram sum ein kann seta spurnartekin við og sum kanska stríðir ímóti trúnni hjá teim lesandi. - Eg tók tá avgerð um, at eg sjálv altíð vildi seta Bíbliuna allarfremst, óansæð hvat onnur siga. Eg trúgvi í øllum førum tí, sum Bíblian sigur. Tað var neyðugt at taka eina slíka avgerð tá, tí henda avgerðin má kortini takast fyrr ella seinni. - Tað hevur sín stóra týdning, at hava álit á Guds orði, soleiðis at vit kunnu liva eitt lív í signing og í yvirflóð. Ger ein ikki tað, so rekur ein bara við streyminum!, staðfestir hon. Bønarsvar Júst hetta við álitinum á Guds orð er ikki nakað, sum Ann hevur úr leysum lofti ella er nakað sum hon hevur lisið seg til. Hon hevur sjálv verið vitni til ta kraftina og tann sannleikan, sum er í Orðinum og at tað hendir soleiðis sum skrivað stendur. Hetta hevur hon fingið staðfest fleiri ferðir – fyrst og fremst, tá hon hevur átt tríggjar vælskaptar døtrar. Hetta álitið, bønirnar og trúnna á Orðið fekk hon kanska best at sanna, tá mamma hennara gjørdist sjúk. - Mamma mín fekk staðfest krabbamein í nýrunum, og varð síðani løgd undir skurð. Tá læknarnir skuldu taka knykilin burtur, tá var hann ikki har! Hann var burtur!! - Vit skulu ikki altíð vera eins og tann ivandi lærusveinurin Tummas, sum mátti síggja fyri at trúgva. Slíkt hendir, tí at tú trýrt, staðfestir hon. Boða orðið allastaðni Í fyrstu syftu er Ann sett sum prestur í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi fram til hálvan august. Hóast starvstíðin á hesum sinni er avmarkað, hevur Ann kortini sett sær eitt fyri: Hon ynskir at hitta menniskju, har tey eru í lívinum, við teirra uppgávum og avbjóðingum í gerandisdegnum. - Her hevur prestur ein fyrimun – um eg kann siga tað so. Tí tá eg hitti fólk, so havi eg sjálv gleðiboðskapin við mær. Og faktiskt vænta fólk, at ein prestur hevur eina heilsan úr Bíbliuni við sær, sigur Ann. Og hon leggur aftrat: - Hetta er eitt ótrúliga spennandi starv og ein fantastiskur møguleiki at kunna boða orðið soleiðis. Tað gleði eg meg til! Fótaspor í sandinum Eitt av aðalmálunum í starvinum hjá Ann verður at vísa á, at Gud er við fólki óansæð kor og umstøður.
- Eingin okkara sleppur undan ringum tíðum, men tað týdningarmesta er, at Hann leiðir okkum gjøgnum tær, sigur Ann. Myndin um fótasporini í sandinum lýsir hetta sera væl: Ein persónur kemur gangandi eftir eini sandstrond og sær fótaspor síni og tey hjá Gudi undir liðini á sær. Einaferð hann kemur í trupulleikar, sær hann bert fótafarið eftir einum spori. Hann heldur, at hesi fótasporini eru hansara egnu og spyr tí Gud um, hvar hann var í hesum truplu tíðini. - Hví greip hann ikki inn fyri at hjálpa honum gjøgnum trupulleikarnar? Svarið hann tá fær, sambært frásøgnini er, at hetta eina fótasporið í roynd og veru var Guds – tað merkir: at tá ringast stóð til, lyfti og bar Gud hann gjøgnum hesa tíðina. Á henda hátt vildi Gud vísa viðkomandi á, at hann altíð er okkum við lið og ongantíð víkur frá okkum. - At hetta er veruleikin, sær ein kanska best, tá ein er komin yvir á hina síðuna, sigur Ann D. Hansen.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar